Melcon
Ráðgevandi verkfrøðingar og byggifrøðingar

Okkara aðalmál er at veita kundum okkara eina dygga og góðskusinnaða tænastu, har serligur dentur verður lagdur á at tíðarætlan og kostnaðarætlan halda.

Vit hava drúgvar royndir innan yrkið tey seinastu 30 árini.

Vit veita alla breiddina sum verkfrøðingar og byggifrøðingar

Hevur tú brúk fyri einum ráðgevandi verkfrøðingi ella byggifrøðingi? Hjá okkum hjálpa vit við øllum frá minni útrokningum til størri verkætlanir.

​Vit arbeiða fyri ógvuliga ymiskar kundar, so sum byggifyritøkur, arkitektar, kommunur, kirkjur, fyritøkur og privatpersónar. Vit halda til í Havn, men arbeiða út um allar Føroyar.

Orkuráðstevnan Ósvart

Orkuráðstevnan Ósvart

Ætlanir um at byggja?
Lat okkum hjálpa tykkum!

Vit bjóða okkum m.a. at gera orkurammuútrokningar, tekningar til byggiloyvir, tættleikakanningar og umsóknir til byggiloyvir.

Vit veita eina fakliga sterka tænastu, har samstarvið, kundin og uppgávan er í fokus. Samstundis, eru orkusparingar og umhvørvisloysnir miðdepilin í okkara virksemi.

Ynskir tú at hoyra nærri um okkara tænastur?