Ábyrgdarfull ráðgeving

Kappingaførir og fastir prísir

Fyri okkum í MELCON leggja vit stóran dent á at veita kundum okkara kappingar førar prísir.

Tá ið tú velur MELCON ráðgevandi verkfrøðingar garantera vit tær ein kappingar føran prís og ein fakliga sterkan ráðgeva, sum leiðir teg gjørnum allar fasurnar í verkætlanini.

Vit leggja dent á at okkara verkætlanir verða framdar í einum konstruktivum samstarvi við allar lutakandi partar í verkætlanini, og út frá hesum rættarleggja vit processurnar út frá heildini av verkætlanini.

„Ongin verkætlan líka“ sjálvt um vit sita við nógvum ymiskum verkætlanum, og nógvar líkjast, so eru okkara royndir „at ongin verkætlan er heilt líka“ og hetta taka vit hædd fyri í okkara verkætlanarstýring, og við gjørnumhugsaðum loysnum tryggja vit at tú sum byggiharri far mest virði fyri tína íløgu.

Annlegg

MELCON samantvinnar áratíggju við royndum og vitan innan annlegg og við einum pragmatiskum stevi til okkara fak, gera vit tykkara visiónir til veruleika.

Óansæð hvørja upp gávu tú stendur við, kunnu vit við okkara dugnaligu byggi- og verkfrøðingum hjálpa tær í mál.

Hjá MELCON Ráðgevandi Verkfrøðingum bjóða vit eina ørgrynnu av tænastum, ið røkka um alt, sum ein byggiharri hevur tørv á:

  • Regn og spillivatn
  • Spillivatnsætlanir
  • Reinsiverk
  • Vatnleiðingar og vatnreinsiverk
  • Infrakervi
  • Útstykkingar
  • Avvatning og drenleiðingar
  • Fjarðhiti
  • Tyrvingar og lendisverkætlanir
  • Kirkjugarðar

Ring og hoyr meira um evnið!

HVS og ventilatión

Tann optimala loysnin til tína verkætlan

Fyri at ein bygningur skal fungera optimalt, er tað avgerandi at HVS skipanir eru sniðskapaðar til nýtsluendamálið fyri verkætlanina.

Hjá MELCON er okkara fokus at sniðgeva tað røttu HVS skipanina til tína verkætlan. Hetta fyri at skapa mest møguligt virði fyri byggiharra, serstøku verkætlanin og fyri brúkaran;  umframt at tryggja eina so lága orkunýtslu sum gjørligt fyri at minka um útlát vm.

Projekteringav HVS installatiónum

Vit arbeiða innan allar HVS skipanir og umframt tey mest vanligu fakini, so sum hita, vatn, sanitet og ventilatión, hava vit royndir við ymiskum damp, oxygenskipanumog við orkuskipanum.

Hjá MELCON gera vit øll sløg av verkætlanum bæði smærri sum stórar, so sum sjúkrahús, vinnubygningar, skúlar, íbúðarbygningar vm. Óansæð stødd og kompleksitet verður farið seriøst og við ágrýtni til verka.

Ring ella send okkum teldupost!

Byggiharraráðgeving 360

Hjá MELCON Ráðgevandi Verkfrøðingar, kanst tú vænta ráðgevandi verkfrøðingar, ið fevna um allar áskoðanir í samband við tína bygging.

Við fleiri árs royndum sum ráðgevar, veita vit eitt smidligt samstarv ímillum allar partar; byggiharrar, arbeiðstakarar, aðrir ráðgevar og útvegarar.

  • Innleiðandi skrásetingar og uppmátingar
  • Tøkniligar screeningar og kanningar?
  • Innleiðandi jarðar-og umhvørviskanningar
  • Verkstovur
  • Brúkaraluttøka
  • Útbjóðing
  • Skipanaruppskot
  • Byggiskrá
  • Sáttmálasamráðingar
  • Verkætlanarleiðslu
  • Commissioning
  • Avhending, 1-og 5-eftirlit

Ráðgevin hjá byggiharranum

Byggiharraráðgeving er ein av kjarnu tænastunum hjá MELCON Ráðgevandi Verkfrøðingum. Ráðgevingin umfatar øll verkfrøðisteknisk fakumráðir, eins og vit eisini átaka okkum ábyrgdina sum tann yvirskipaði og koordineraðibyggiharraráðgevin.

Sum byggiharraráðgevi fylgja vit verkætlanini frá byrjan til enda og tryggja, at okkara byggiharri fær mest møguligt virði fyri íløgu sína; eitt nú gevur okkara tænasta, at byggiharrin fær útgreinað sín tørv og ynskir fyri útboðið av verkætlanini 

Vit varðveita tíni áhugamál

Tá ið tú velur MELCON Ráðgevandi Verkfrøðingar sum byggiharraráðgeva, fært tú royndan sparringspartnara, sum við tøttum samstarvi við byggiharra greinar tørvin fyri byggiharraráðgevingini í  verkætlanini, ið annaðhvørt er tann planleggjandi ella koordinerandi; ella kanska bæði. 

Sum byggiharraráðgevi er tað okkara leiklutur at verða skapandi viðspælarin og bindiliðið, sum hugsar um heildina av verkætlanini, umframt at veita fakligt input til allar partar. Leiklutur okkara er altíð at umboða byggiharrans áhugamál og vilja altíð avbjóða fakkunleikan hjá øllum partum, fyri at tryggja at byggiharrin fær eina verkætlan í hágóðsku. 

Burðardygg bygging

Vit arbeiða við burðardygd frá nógvum vinklum og fyri okkum, er burðardygd meira enn bara heit luft!

Vit hava eina holistista tilgongd til, hvussu vit optimera sosialt, burðardygt, fíggjarliga og tøkniliga fyri at náa málinum um eitt framtíðartryggjað byggjarí, sum ger ein positivan mun á menneskju og umhvørvið.

  • Fullfíggja sniðgeving
  • Passivastrategi
  • Totaløkonomiskar útrokningar (LCC)
  • Livscyklusanalyser og umhvørvisárin (LCA)
  • DGNB-screening, -undangóðkenning
  • Burðardyggleiðsla og -samskipan

DGNB

DGNB – Góðkenning av verkætlanum.

Hjá MELCON Ráðgevandi Verkfrøðingum leggja vit okkum eftir at arbeiða eftir tí internationalu certificeringsskipanini DGNB (Deutsche Gesellschaft fur Nachhaltiges Bauen) sum verður stýrt av Green Building Council Dannmark.

DGNB tryggiar eina skipaða tilgongd til eina verkætlan, sum verður góðkent eftir einari skipan av burðardygd á Silvur, gull ella platin.

Í 2020 kom ein merking aftuat frá DGNB; hetta er DGNB hjarta, sum er ein serlig merking fyri verkætlanir við fokus at socialan trivnað og vælveru og burðardygt inniklima.

MELCON hevur DGNB ráðgeva og kunnu vit tí veita kundum okkara ráðgeving í DGNB, undangóðkenning og góðkenning, har vit kunnu hjálpa tykkum at greina ynskir og ambitiónir.

Hug at hoyra meir um hetta? Ring til okkara burðardygsráðgeva!